2. august 2018

Kvøld næstseinasta kvøld

Hesin dagurin ber ímóti endanum, og í morgin er seinasti legudagur. Vit mugu bara enn einaferð sanna at tíðin flýgur av stað.

Júst nú sita øll í høllini og lovsyngja – sita er kanska so nógv sagt, tí tey flestu standa og nógv standa frammi við pallin og liva við tónleikinum. Her er lív í og sangurin ljómar út í rúmið við fullum drøni. Fyri løtu síðani var eitt rættiliga stórt orkestur av strúkarum og blásarum á pallinum og leiddi okkum í sanginum saman við “húsorkestrinum” Tað var sera flott. Tey eru nú farin av pallinum aftur, men sangurin rungar við sama lag.

Fyrr í dag var “landsbólkafundur”. Her fingu vit høvi at takka hvørjum øðrum fyri eina sera góða legu. Her varð eisini tosað um fráferðina í morgin. Og ja, sum sagt tað er longu í annaðkvøld at bussarnir koma inn á økið og koyra føroyingarnar á flogvøllin, og har stendur Atlantsflog og bíðar eftir teimum, fyri at flúgva tey heim aftur á klettarnar.

Um eina løtu er løtan her liðug, og farið verður útum. Enn er av fagrasta veðri, lýtt og deiligt og ungdómarnir fara at hugna sær eina løtu, áðrenn farið verður til hvíldar.

Skrivað; Eyðun á Lakjuni