4. august 2021

Kunningarfundur

Klokkan 15.00 í dag møttu flestu av av teimum 130 hjálparfólkunum  á Skúlanum á Argjahamri til Teenstreet leguna, sum byrjar har í dag og endar sunnudagin.

Og tað vóru nøkur væl uppløgd og spent menniskju, sum settu seg í stóru trappuna og fingu fyrstu kunningina frá leiðsluni.

TeenStreet leiðslan í Føroyum er: Andrias Magnussen, og hjúnini Randi og Símun Hansen. Til hetta stóra tiltakið, sum sjálvandi krevur sera nógva orku at skipa hava, tey fingið 2 pør at hjálpa sær, nevniliga Marjun og Heðin Poulsen saman við Duritu Joenna og Dávid Dam Jacobsen.

Millum nógv annað gott vórðu vit mint á, at kjarnuvirðini fyri leguna er, at “vit ynskja at vekja eitt ættarlið av fólki, sum lítur á, at Gud fer at brúka tey NÚ og ikki bert í framtíðini” og eisini: “vit ynskja, at tannáringar gerast førir fyri at tæna Gudi á nógvan ymiskan hátt við at brúka sínar gávur og áhugamál.”

Nú klokkan 19 koma so ungu leguluttakararnir, og vit síggja fram til eina góða legu.