Kunning um MiniTeenStreet 2019
MiniTeenStreet verður í Bylgjuni í Runavík 22. – 24. februar 2019
Í vikuskiftinum 22. til 24. februar 2019 koma hjúnini Josh og Debs Walker aftur til Føroya á triðja sinni at luttaka á MiniTS í Bylgjuni í Runavík. Tað er TeenStreet Føroyar, sum skipar fyri.
Felagskristilig stevna
MiniTeenStreet er ein felagskristilig stevna, har samkomur og kirkjur í felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdómum, men øllum, sum hava hug og ynskja at vera við.
Skrá
Fríggjakvøld:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom
Leygardag:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom
Sunnukvøld:
Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Josh og Debs Walker
Seminar og workshops leygardag seinnapart
Umframt møtini er ætlanin at hava fleiri ymisk seminar/workshops leygardagin seinnapart. Hesi verða ætlaði til tannáringar og vaksin. Meira kunning verður á okkara facebookvanga, tá tíðin nærkast.
Latið okkum standa saman
Við hesum brævi ynskja vit at heita á samkomur, kirkjur og einstaklingar – vaksin, ung og tannáringar -um at standa saman um stevnuna og eiga hana. Latið okkum standa saman bæði við tí praktiska, tí fíggjarliga, í bønini og við at luttaka í tiltøkunum í Bylgjuni.
Ókeypis – Fíggjarligan stuðul
Sum øll helst vita, so kostar eitt slíkt tiltak nógv. Samlaðu útreiðslurnar fyri tiltakið liggja millum 80.000 og 100.000 kr.
Vilt tú standa saman við okkum peningaliga? Um samkomur, kirkjur og einstaklingar bera hesa byrðuna saman, verður hon lættari at bera.
Stuðul til MiniTeenStreet 2019 kann flytast sum gáva á kontu: 9181- 1667744 viðmerk: TS19FO. Vit ynskja longu nú at takka fyri stuðulin.
Vit takka fyri forbøn og stuðul, og ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Bylgjuna 22. – 24. februar 2019.