Vitjanin hjá Logos Hope er útsett
Vit mugu tíverri boða frá, at ætlaða vitjanin hjá Logos Hope til Føroya í summar er útsett vegna koronakrímið.
Logos Hope skuldi vitja í Føroyum 2. til 13. juli, men vitjanin er nú útsett. Júst nær vitjanin verður, ber ikki til at siga enn.
Vit eru sjálvandi ógvuliga hørm um hetta, tí vit gleddu okkum ómetaliga nógv til vitjanina í summar. Logos Hope, sum er okkara gamla Norrøna, hevur ikki verið í Føroyum síðani 2009, tá hon byrjaði sítt virksemi sum trúboðaraskip hjá OM. Føroyingar hava altíð tikið væl ímóti skipunum hjá OM og vit eru vís í, at tað ikki hevði verið nakað undantak hesaferð.
Tað harmar eisini leiðsluna á skipinum almikið, sum eisini hevði glett seg at koma til Føroya og takka føroyingum fyri tann stóra stuðul, sum skipið hevur fingið úr Føroyum.
Eftir ætlan skuldi Logos Hope í dokk í Kanariuoyggjum í apríl og mai, áðrenn vitjanin í Evropa av álvara skuldi byrja í Írlandi í juni. Orsaka av koronakríminum hevur Spania stongt havnirnar fyri fremmandum skipum, og tískil sleppur Logos Hope ikki í dokk sum ætlað. Avgjørt er tí, at skipið verður verandi í karibiska havinum í tríggjar mánaðir afturat, áðrenn leiðin verður løgd tvørtur um Atlantshavið.
Fyribils eru vitjanirnar í Írlandi og Føroyum útsettar. Vitjanin hjá Logos Hope í Evropa byrjar nú eftir ætlan 17. juli í Rouen. Ætlanin er framvegis, at skipið skal koma til Føroya, men júst nær er óvist. Tað er tó ikki sannlíkt, at tað verður í 2020.
Virksemið hjá Logos Hope í karibiska havinum er eisini nógv skert orsaka av koronakríminum. Nú er skipið stongt, so vitjandi sleppa ikki longur umborð á skipið. Skipið liggur í løtuni í Kingston í Jamaika. Støða verður nú tikin til, hvat skal henda víðari.
OM hevur sett av hósdagin 26. mars sum altjóða føstu- og bønardag fyri koronastøðuni í heiminum. Her í Føroyum fara eisini at skipa fyri onkrum í hesum sambandi. Nærri kunning um hetta kemur seinni.