14. desember 2020

Korona hevur rakt Kosovo hart

–        Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel” – sum útlagt er: “Gud við okkum.” Matteus 1:23.

 

3. verkætlanin, sum vit í OM Føroyum savna pening inn til hesa adventstíð, er til OM í Kosovo. Kosovo er eitt av fátækstu londunum í Evropa, og mong har merkja avleiðingarnar av koronu tætt at kroppinum.

 

Maria Petersen var við OM í Kosovo og vit hava tí spurt okkum fyri, um tey hava tørv á stuðuli.

 

Svarið er, at har eru fýra familjur, sum OM hevur stuðlað í fleiri ár longu, men nú koronakreppan ger um seg, er tørvurin á stuðli størri enn nakrantíð. Um nokk av peningi kemur inn, verður stuðul eisini latin til aðrar familjur, sum hava tørv á tí.

 

– Størsta avbjóðingin hjá hesum familjunum í løtuni eru útreiðslur til heilsuhjálp og mat. Tvær av mammunum hava álvarsamar heilsutrupulleikar og hava tørv á áhaldandi heilsuhjálp. Øðrum teirra tørvar eina skurðviðgerð. Hetta eru kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi í heiminum og hava 3 og 4 børn hvør. Covid-19 hevur gjørt tað nærum ógjørligt hjá teimum at finna eitt starv í Kosovo, skrivar leiðarin í OM í Kosovo til okkum.

 

Tú kanst stuðla hesum familjunum við at lata eina gávu til OM Føroyar, konta 9181-426.219.2, og viðmerkja Kosovo.

 

Til ber eisini at stuðla hinum verkætlanunum vit hava savna pening inn til. Viðmerk tá antin Moldova, Logos Hope ella Abaco, so senda vit stuðulin víðari.