7. november 2022

Kom og uppliva Japan í Skansahúsinum

22. novembur fara vit í OM Føroyum at varpa ljós á Japan. John og Birita Timothy, sum eru í farloyvi í Føroyum, fara at greiða frá um Japan og teirra arbeiði. Skansahúsið verður umbroytt til eina japanska stovu, har vit bjóða tykkum japanskan mat og hoyra japanskan tónleik.

Japan kvøldið verður í skansahúsinum tann 22. novembur kl. 19:30.

 

Hóast elstu metingarnar siga, at kristindómurin kom til Japan longu í 200-talinum, so hevur kristindómurin ongantíð sett sín dám á landið.

 

Tað hava verið tíðir við stórum vøkstri, men eisini við ógvusligari forfylging. Í dag verður mett, at 0,5% av fólkinum í Japan eru evangelisk trúgvandi, at 28% av landinum hava ongantíð hoyrt evangeliið og at 23 ónáddir fólkabólkar búgva í Japan. Í Japan búgva 126 milliónir fólk og 36 fólkabólkar.

 

OM Føroyar hevur tvey trúboðarapør í Japan:

Birita og John Timothy fóru til Japan á heysti í 2017. Fyrstu árini vóru tey í Sapporo har norðuri í landinum og lærdu málið á einum málskúla hjá misjónsfelagsskapinum OMF. Í 2020 fluttu tey til Hirosaki, sum liggur eitt sindur longur suðuri, men tó í norður-Japan. Har hava tey arbeitt við at byrja eina nýggja samkomu saman við øðrum trúboðarum hjá OMF.

Tey eru í løtuni í farloyvi í Føroyum og tá tey um ársskiftið fara aftur til Japan, flyta tey aftur til Sapporo, at arbeiða saman við eini samkomu í býnum.

 

Shino og Hallur Mortensen fluttu til Japan á vári í 2017. Tey búgva í Atsugi, sum liggur beint uttanfyri Tokyo. Har virka tey í samkomuni, har pápi Shino er leiðari. Hallur er í ferð við at læra seg málið og undirvísir í samkomuni, meðan Shino skipar fyri ensktundirvísing og mammukafé í samkomuni.