Kanst tú keypa flóttabørnunum ein ryggsekk?
OM í Póllandi ynskir at geva øllum flóttabørnunum, sum tey hava samband við, ein ryggsekk við ymiskum í. Hvør ryggsekkur kostar 30 krónur. Hevur tú møguleika at keypa ein ryggsekk ella kanska tríggjar?
Ein stór avbjóðing í øllum flóttafólkakreppum er, at fólk, ið fáast við menniskjahandil, gera sær dælt av støðuni. Tað eru fyrst og fremst kvinnur og børn, sum flýggja úr Ukraina, og tey eru tí í stórum vanda fyri at blíva rænd á ferðini. Nýliga hevur OM so fingið loyvi frá pólsku stjórnini at skipa fyri filmskvøldum ymsastaðni í landinum. Møguleiki er fyri at náa út til tíggjutúsundatals børn, sum búgva í fyribilsheimum.
Tey fara at vísa børnunum ein ukrainskan teknifilm um Basiu, eina klóka fimm ára gamla gentu. Harumframt fá børnini popkorn og alt, sum hoyrir biografinum til. Áðrenn filmin vísa tey eisini ein stuttan film, sum OM hevur gjørt, við góðum ráðum um barnaverju, umframt ein film um felagsskapin OM, hvørji vit eru og hví vit gera hetta. Á popkornpakkarnar hava vit prenta trygdarvegleiðingar til børnini.
Hvørt barn fær ein ryggsekk við ymsum í. Har eru litblýantar og litbøkur við myndum og versum úr Sálmi 23, ein litbók við eini barnasøgu hjá Max Lucado, ein faldari, sum biðjur tey ansa sær fyri fremmandum, og eitt trygdararmband, har tey kunnu skriva kontaktinfo hjá foreldrunum og hjá OM Póllandi.
Hvør ryggsekkur kostar 30 krónur og ætlanin er í fyrsta umfari at gera 10.000 ryggsekkir. Samlaði kostnaðurin verður tí 300.000 krónur. Hevur tú møguleika at keypa teimum ein ryggsekk ella tríggjar?
Tú kanst stuðla við at gera eina flyting á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja Ryggsekk.
Túsund takk fyri allan stuðulin higartil og fyri allar bønirnar.