Josh og Debs Walker til Føroyar
Um alt gongur sum ætlað, verður næsta TeenStreet tiltakið í Føroyum í februar 2017. Tá koma Debs og Josh Walker til Føroya.
Debs og Josh Walker hava seinastu nógvu árini staðið fyri bíbliuundirvísingini á TeenStreet. Tey búgva í Houston í Texas, har tey tæna Gudi serliga millum heimleys og fangar. Eisini arbeiða tey millum ung undir heitinum “Young Hope”. Hjartamálið er, at tannáringar og ung verða loyst og kenna frælsi í trúnni til at brúka sínar gávur, sum Gud hevur givið teimum at brúka.
Lýst verður við tiltakinum á facebook og á heimasíðuni hjá TeenStreet og OM, so skjótt tað er lagt til rættis, júst nær og hvar tiltakið verður. Fylgið við!