Jóna Nicolajsen í Medical Team
Tá ið so nógv fólk er savnað saman á lítlum øki í fleiri dagar, sum tað er her, sigur tað seg sjálvt, at tað eisini er brúk fyri læknahjálp viðhvørt. Eisini hetta verður tikið væl hond um her á Teenstreet.
Í gjár hitti eg Jónu Nicolajsen. Hon arbeiðir á lítla heilsudeplinum, sum er settur á stovn her á leguni. Hon sigur fyri mær, at her eru 2 læknar, 9 sjúkrarøktarfrøðingar og eini 14 fyrstuhjálparar, sum er knýttir at heilsudeplinum – ella Medical team, sum tey kalla tað. Jóna hevur útbúgving sum ambulansuviðgeri. Tá eg spyrji hana hvat tað er fyri nakað, sigur hon, at tað eru tey, sum sita aftan fyri í ambulansanum hjá sjúklinginum, meðan koyrt verður ímóti sjúkrahúsinum og læknahjálp. Hennara uppgáva her á Teenstreet er at virka sum ein ambulansi á staðnum. Tá ið okkurt er, skundar hon sær út á staðið fyri at taka støðu til hvussu skal farast víðari fram. Og til hetta endamálið súkklar hon við síni sermerktu ambulansusúkklu.
Jóna er ættað úr Skopun, men býr nú í Havn, har hon eisini arbeiðir. Ivaleyst kennast nógv við navnið Jóna Nicolajsen frá ítróttinum. Hon er málmaður á besta liðnum hjá B36. Hon hevur eisini fleiri landsdystir í beinunum, og júst nú meðan hon hevur verið her, hevur hon aftur fingið boð um at møta til landsliðsvenjingar. Tað gleðir hon seg til. Jóna er eisini krút hamrandi sterk. Hon venur til “Strong Woman” og hevur eisini verið við til nakrar kappingar bæði í Føroyum og í Danmark, og hon hevur staðið seg sera væl.
Jóna er glað fyri at vera á Teenstreet. Tað er uppfytandi fyri hana at síggja allan hendan deiliga og ymiska ungdómin vera saman á hendan hátt. Sum sagt so býr hon júst nú í Havn, men hon sigur, at hvørt vikuskifti fer hon suður til Skopunar, og har savnast hon í samkomuni “Húsið Vón”.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni