21. desember 2017

Jólaheilsan úr Nantes

Tíðindabræv dec. 2017

Hey tit øll, enn einaferð takk fyri at tit lesa brøv okkara. Tað gerst kaldari og dagarnir stytri, men náði Guds er varandi, sum ári ferð. Prísið Honum, sum gevur andadrátt og dirvi til stríð. Vónandi verður tú uppmuntraður og bið vinaliga fyri okkara tænastu her í Nantes.

Ábyrgdar felagi

Fyri nøkrum vikum síðani, bað pastorurin meg hjálpa sær við einum manni í samkomuni. Hesin maðurin stríðist við fatakradømi og hevði biðið um hjálp hesum viðvíkjandi. Avtalan okkara millum er, at vit ringja til hvønn annan, og møtast regluliga. Tað er altíð gott at vita, tá ið tørvur er á hjálp í samkomuni, at Gud gevur mær møguleikar at tæna Honum.

Tað fyrsta eg hugsi um viðvíkjandi tænastum í samkomuni, er at eg ikki havi førleikar til tað, men so vísir Gud mær, at ígjøgnum Hann havi eg førleika til tænastu.

Biðið vinaliga at Gud má geva mær vísdóm at tosað og vera trúfastur í tænastuni.

Eitt nýgift trúgvandi par flutti nýliga í grannalagi, og vit byrjaðu ein húsbólk saman við teimum. Harafturat møtist Cecile við konuni eina ferð um vikuna um Orð Guds. Tað er ein stór signing fyri hana, tá ið hon ikki hevur so nógvar trúgvandi vinir.

Samkoman

Sum eg nevndi í seinasta brævinum, so fer samkoma okkara ígjøgnum broytingar, og nú er staðfest, at pastorurin gevst komandi summar. Nógv fólk í samkomuni eru mótleys av hesum, men vit kunnu takkað Gudi fyri, at vit hava góðar elstar, sum eru førir fyri at hjálpa samkomuni ígjøgnum hesar broytingar.

Cecile og eg tæna regluliga í samkomuni við sangi og Cecile tekur eisini lut í barnaansingini.

Saint Lunaire

Í heystfrítíðini vóru Cecile og genturnar á eini ítróttarlegu í Bretagne, legan var fyri børn frá 7-11 ár. Cecile undirvísti í dansi hvønn dag. Harumframt var eisini fótbóltur og kurvabóltur og so lærdu tær eisini onkrar nýggjar ítróttargreinar, so sum “kickball” (eitt slag av baseball) og “ultimate frisbee” (Ein lið-ítróttargrein við frisbee).

Børnini lósu eisini í Bíbliuni, lærdu vers uttanat og hoyrdu trúgvandi ítróttarstjørnir siga sín vitnisburð. Sarah dámdi sera væl, og var sterkt eggja at lesa Orð Guds.

Ungdómsbólkurin

Arbeiði okkara við ungdóminum gongur væl, nýggj fólk koma, og vit studera orð Jesusar. Hóast vit møta avbjóðingum við at tæna ymiskum samkomum, so eru vit uppmuntra og gleðast, tá ið vit síggja ung fólk søkja Gud av erligum huga.

Vit fara at halda jól í Hirtshals í Danmark saman við beiggja mínum og familju hansara, og foreldur míni koma eisini. Vit eru spent uppá tað 🙂

Vit eru eisini spent uppá hvat Gud hevur til okkara í 2018. Gud er trúfastur, og vilja vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Johannis, Cecile, Sarah og Leah