12. juni 2019

Jóhannis fær meiri tíð til tænastu

Gev gávu  

Tað er altíð ein gleði at skriva um, hvat Gud ger í lívi okkara.

 

Ferð okkara til Føroya í februar var sera góð. Tað var gott at vera saman við familju, vinum og samkomuni. Vit fóru aftur til Fraklands eggjaði og við nógvum góðum minnum. Takk fyri!

 

Nýggj samkoma

Sum flestu tykkara vita, so hava vit skift samkomu, av tí at døtur okkara vóru einastu børn eftir í samkomuni. Tær fáu familjurnar sum vóru, eru farnar úr samkomuni seinastu mánaðirnar. Seinastu ferð, vit vóru saman við vinum okkara í gomlu samkomuni, var 26. mai. Vit høvdu eina góða fráfaringarløtu saman við teimum, tey bóðu fyri okkum og góvu okkum teirra signing yvir nýggja kapittulin í lívi okkara.

 

Skiftið til nýggju samkomuna gongur væl, vit kenna longu nøkur fólk har. Elstarnir í samkomuni, sum vit fóru frá, fara at senda eitt bræv við teirra viðmæli til nýggju samkomuna. Hetta er sera týdningarmikið fyri okkum. Vit takka Gudi fyri, at døtur okkara eru glaðar fyri nýggju samkomuna og skjótt fáa vinir har. Biðið vinaliga fyri, at Harrin skal vísa okkum, hvussu vit kunnu tæna í nýggju samkomuni.

 

Ungdómsbólkurin

Eftir seinasta fundin við leiðsluna fyri ungdómsbólkin síggja vit, at Gud fer at broyta nøkur ting hetta komandi árið. Millum annað fara vit ikki at arbeiða við ungdóminum í tveimum av trimum samkomum, av tí at annaðhvørt eru tey ungu vorðin ov gomul ella eru tey ov ung.

 

Hetta hevur við sær, at triðja samkoman, sum er tann størsta, fer sjálv at taka sær av sínum ungdómsbólki. Tey hava góðar ungdómsleiðarar, so har er ikki rættuliga brúk fyri okkum.
Harafturímóti hevur nýggja samkoma okkara ein lítlan ungdómsbólk, men tey, sum arbeiða við teimum, fara á bíbliuskúla í París skjótt, so kanska Harrin letur einar dyr upp fyri, at vit aftur kunnu virka í hesi tænastu. Biðið vinaliga fyri hesum eisini.

 

Jpense

Seinasta evangeliska møtið var ímóti endanum á seinasta mánaði. Har vóru nakað færri av fólki enn seinast, tá vóru omanfyri 200 fólk. Nógv av hesum steðgaðu eftir fyri at tosa við okkum. Tey flestu høvdu ikki hoyrt evangeliið áður. Biðið, at Gud fer at leiða fleiri av hesum í eitt djúpri samfelag við Seg.

 

Ein frídag um vikuna

Gud havið lov! Felagið, sum Jóhannis arbeiðir hjá, góðtók at geva honum frí ein dag um vikuna. Hetta ferð at geva Jóhannisi høvi til bíbliuvenjing og at hjálpa Marcel og Ase við Rahab tænastuni hjá OM. Um Gud vil, fer hann eisini undir sjúkrahús- og fangahúsvitjanir.

 

Tað er hugaligt at síggja, at fólk runt um í Føroyum ynskja at vera partur av hesi tænastu. Takk fyri tykkara stuðul.

 

Takk fyri at tit lesa hetta brævið. Takk fyri bønir tykkara.

 

Um tit hava onkrar spurningar, so haldið tykkum ikki aftur.

Email: johannismortensen@yahoo.com ella
Facebook/Messenger : Joeyalfredo.