8. desember 2016

Jóhannis og Cécile Mortensen

Gev gávu  

Jóhannis, Cécile, Sarah, Leah og Abigail eru ein vanlig trúgvandi familja, sum býr í Nantes, Frankaríki. Jóhannis arbeiður sum el-mekanikari og Cécile er dansilærari. Sarah er níggju ár,Leah er fimm ár og Abigail er 1 ár. Jóhannis er úr Klaksvík og Cécile er úr Nantes, Frankaríki. Tey vóru bæði umborð á Doulos í tvey ár við Global Challange programminum í 2004-2006. Jóhannis og Cécile giftust í 2008 og búsettust Nantes.

Tey hava bæði eina passión fyri ungdóminum og hava verið við í nógvum ymiskum tænastum við OM Frankaríkið í teirra frítíð. Tey tæna eisini í lokalu samkomuni, har Jóhannis leiður lovsang og hevur ábyrgd av at viðlíkahalda samkomubygningin. Cécile og Jóhannis taka sær saman av ungdómsbólkinum í samkomuni. Nýliga hava tey eisini fingið møguleikan at blíva partur av einum nýggjum venjingarprogrammi í samkomuni, sum hevur til endamáls at útbúgva leiðarar. Næstu tvey árini fara tey at lesa teologi, kirkjusøgu og onnur evnir, sum partur av programminum.

Tey trúgva eisini at tað er týdningarmikið at vera salt og ljós í dagliga lívinum, og at verða har fyri vinir, arbeiðsfelagar, nábúgvar, fremmand og ja, øll fólk.

 

[seinast dagført 21. november 2019]