31. juli 2019

Jóhannes er kameramaður

Uppgávurnar eru mangar hjá starvsfólkunum, sum eru her á Teenstreet. Her er alt at gera líka frá matgerð, uppvaski, heilsuhjálp, trygdarvørum, cleanstreet (tey, sum vaska og rudda upp eftir okkum) o.s.fr., o.s.fr.

Tað tekninska fyllir eisini nógv á slíkari legu, og í dag hitti eg Jóhannes Berthelsen, av Strondum, sum arbeiðir í OMNIvision holdinum. Hetta eru 17 fólk, sum á ein ella annan hátt arbeiða við  teknikki. Ein av stóru uppgávunum, sum hetta liðið hevur, er at stýra og skipa fyri stoymingini av tiltøkunum, sum fara fram í stóru høllini. Hetta verður m.a víst live. á Youtube, og sum tit sikkurt vita á heimasíðuni hjá Lindini: www.lindin.fo við føroyskum tulki. Serstaka uppgávan hjá Jóhannesi hevur verið at standa aftanfyri eitt av 5 kameraðum, sum eru í høllini. Hann hevur ansað hesum stóra, flytbara frammi í salinum, sum svingar aftur og fram langt uppi í luftini.

Jóhannes Berthelsen er annars 18 ára gamal og fekk koyrikortið í hús í november. Hetta er hansara 4. ferð á Teenstreet. Undanfarin ár hevur hann verið á legu, men hesuferð er hann ov gamal, og so er gott at kunna brúka síni evni á tí øki, mann dugir. Hann er nevniliga í læru hjá JT electric á Kambsdali og  lærir til elektrikara, so hetta við teknikkinum liggur líkasum til.

Heima í Føroyum gongur hann  mest  í Missiónshúsinum á  Strondum, men í Eystruoynni er tað jú so, at tey ungu vitja nógv møtini hjá hvørjum øðrum, so hann er eisini ofta aðrastaðni til ungdómsmøti. Pápi hansara, Ásbjørn hevur kór í Missiónshúsinum, og har plagar Jóhannes at hjálpa til við trummuspæli.

Her á Teenstreet er øll familja hansara savnað. Bæði foreldrini, eldra systurin og yngri beiggin eru eisini við her.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni