Johan Petur Johannesen nýggjur leiðari í OM Føroyar
Nevndin í OM, Føroyar hevur á nevndarfundi í vikuni, sett nýggjan leiðara. Tað er Johan Petur Johannesen, 42 ár, sum kemur at hava dagligu leiðsluna um hendi frá 1. mars 2016. Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at seta nýggja leiðslu, eftir at Anita og Oddmar Tausen fóru frá.
Johan Petur er ikki eitt nýtt andlit í OM. Hesi seinastu árini hevur Johan Petur sitið í OM nevndini og hetta síðsta tíðarskeiðið, sum næstformaður í nevndini. Johan Petur hevur eisini umboða OM óteljandi ferðir í altjóða høpi. Bæði sum toymisleiðari og á leiðslustevnum v.m.. Johan Petur hevur verið leiðari fyri STM í OM, Føroyar, ( stuttíðarmissión).
Johan Petur er útbúgvin lærari, men hevur drúgvar leiðsluroyndir innan samkomuarbeiði, bæði her heima í Føroyum, men eisini altjóða. Tí eru vit samførd um, at Johan Petur kemur at halda á fram at menna missiónsarbeiði gjøgnum OM í Føroyum til frama fyri alt felags kristiligt arbeiði, so vit kunnu síggja føroyingar fara út í heim við gleðiboðunum um Jesus Kristus.
Almen móttøka verður fyri fráfarandi leiðarunum Anita og Oddmar Tausen og fyri nýggja leiðaranum Johan Petur Johannesen, 9. apríl kl. 13.00 í skúlanum við Løkin í Runavík, tá Aðalfundurin eisini verður hildin hjá OM, Føroyar, kl. 10-12.
vegna nevndina í OM.
Heri Kjærbo, formaður