14. apríl 2016

Jóhan Petur Johannesen innsettur í tænastu í OM Føroyum

8. mai kl 11.00 luttekur OM Føroyar í gudstænastuni í Oasuni í Hoyvík. Við hesa gudstænastu fer nevndin í OM at innseta Jóhan Petur Johannesen í tænastuna sum landsleiðara fyri OM Føroyar. Jóhan Petur byrjaði í nýggja starvinum 1. mars í ár.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Nevndin í OM Føroyar