Johan Petur Johannesen fyribilsleiðari
Sum áður skrivað, fara Anita og Oddmar úr starvi hjá OM Føroyar, sum dagligu leiðarar. Anita og Oddmar hava sín seinasta starvsdag 31. desember.
Nevndin í OM, hevur sett Johan Petur Johannesen, sum fyribils leiðara frá 1. januar 2016. Johan Petur hevur bæði virka sum leiðari fyri stuttíðartoymum í OM, og hevur sitið í nevndini síðani 2011.
Høvi verður at heilsa uppá Anitu og Oddmar, fráfarandi leiðarar, á aðalfundinum hjá OM 9. apríl 2015.
Vinaliga
Nevndin í OM, Føroyar