Jóhan er trygdarvørður á Teenstreet.
Nógv verður gjørt burturúr trygdini her á Teenstreet. Rundanum alt økið er høgt stálhegn sett upp, og bara ein høvuðsinngongd er, har øll ferðslan av fólki gongur ígjøgnum. Á økinum sært tú javnan fólk í gulum vestum, har tað stendur “security” á. Hetta eru tey, sum ansa eftir okkum. Við høvuðsinngongina sita fleiri vaktir og ongin sleppur inn, sum ikki ber navnamerkið og sum ikki hevur armbandið, sum vísir, hvat uppgáva tín er á leguni.
Við høvuðsinngongina hitti eg Jóhan Jacobsen úr Havn, sum er trygdarvørður ella vaktur. Hann er á Teenstreet fyri triðju ferð og honum dámar væl at vera her millum tey ungu. Hann er á vakt hvønn dag millum 6 og 7 tímar. Vaktirnar eru skiftandi, so onkur náttarvakt er eisini hjá honum. Uppgávan er at ganga runt á økinum og hava eygu og oyru opin. Trygdarvørðarnir kanna eisini, at hegnið allan vegin runt um økið er, sum tað skal vera, og so sita teir sjálvandi við inngongdina. Hann sigur, at hetta er sera væl skipað, og at á hvørjari vakt er ein leiðari, sum vísir til trygdarovastan. Hetta er samskipað við trygdartænastuna.
Annars er nokk so nógv frítíð, so tað ber væl til eisini at fara til ymisku tiltøkini saman við hinum, tá hann ikki er á vakt.
Dagliga heima í Føroyum arbeiðir Jóhan sum lívbjargari í svimjihøllini í Havn. Hann hevur gingið í samkomuni Lívdini stórt sæð síðani, hon var sett á stovn nú fyri fleiri árum. Jóhan hevur eisini uppgávur í samkomuni. Hann er við í vælkomutænastuni og tekur eisini lut í byggingini av nýggja snotuliga bygninginum hjá samkomuni í Hoyvík.
Vit takka Jóhan fyri prátið og fegnast um, at vit eru í góðum hondum.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni