31. juli 2018

Jógvan Páll sigur frá gíslatøku

Tað eru ikki einans blaðung fólk, ið eru her niðri á TeenStreet. Hóast flestu hjálparfólkini hoyra til yngra ættarliðið, ja so eru eisini nógv, sum eru komin nakað til árs.

Jógvan Páll Sevdal, úr Leirvík, sum er farin um tey sjeyti er eisini á TeenStreet í ár. Ein av uppgávum hansara her er á seminari at greiða frá tí ferðini, hann sat sum gísli í hjá sjórænarum í Nigeria.

Á fyrilestrinum fyrr í dag fortaldi hann frá, at hann sigldi sum masinmeistari við norskum veitingarskipi, nevnt Bourbon Hidra. Teir lógu inni í havnabýinum, Port Harcourts í Nigeria tá ið hendingin fór fram náttina til 30. mars 2006.

Hesa náttina komu nakrir rænarar um borð til teirra. Jógvan Páll er vísur í, at ein av teirra egnu manning, sum var ættaður haðani, var við í hesum ætlanum, tí tað var ivaleyst hann, sum læt hurðina upp innanífrá. – Annars høvdu teir ikki megnað at brotið inn.

Á veg niður í maskinrúmið verður Jógvan Páll tikin av tveimum rænarum. Annar teirra hevur stóran knív, sum verður settur fyri barkan á honum. Hetta var ræðuligt, sigur Jógvan Páll, og løtu seinni var hann bundin bæði á hendur og føtur og harafturat eisini um munnin.

Søgan skal gerast stutt her, men tað sum rænararnir vildu, var at stjala olju frá teimum og føra hana yvir í annað skip, sum lá við síðuna av. Til at fullføra hetta høvdu teir so brúk fyri Jógvan Páll, tí hann var tann umborð, sum kundi gera hetta arbeiðið. Tí varð hann førdur upp til pultin, har hann kundi avgreiða hetta. Hetta arbeiðið bleiv so gjørt, og teir fingu yvirført 70.000 litrar av olju.

Tá rænararnir høvdu fullført sítt verk, vóru teir burtur, og manningin fekk givið boð frá sær.

Hatta var tann parturin av søguni, men Jógvan Páll greiður eisini frá, hvussu hann upplivdi hendingina sálarliga. Tað var fleiri ferðir hesa náttina, at hann veruliga trúði, hansara seinasta løta var komin. Men júst tá hendi nakað, ið var sera undrunarsant. Tað var líkasum, at hann, tá ið ringast stóð til, sá tvær sjónir, ella sum hann sigur, hann sá tveir filmar. Tann fyrri var, at hann sá alla sína familju: sína konu, dóttur, dótturmann og sín tvey abbabørn.

Um seinna filmin ella sjónina sigur Jógvan Páll soleiðis í lítla bóklinginum “Gísli í hondum sjórænara”, sum hann gav út 2008:  Torført er at greiða frá hesum. Eg sá eitt myrkt teppi ella ein vegg og á vegginum fleiri ljós, sum líktust gløðiperum. Gløðiperurnar skrivaðu á teppið/veggin skriftstøð úr Bíbliuni. – Tað fyrsta var Sálm. 46,2: “Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur.” Og nøkur onnur við. “Eg eri skjøldur tín”, “Eg eri borg tín” og “Eg eri hirði tín”, og so steðgaði tað. Tað løgna var, at alt var á enskum, óivað tí, at vit meginpartin av degnum bert tosaðu enskt. Eg kendi versið, men dugdi tað als ikki á enskum. Hetta fyrsta versið í Sálmunum sigur: “Gud er….”, men í mínum føri sá eg tað soleiðis: “Eg eri…. skjól og styrki tín…” Ein sannroynd, at eg átti ein Gud, sum hevði tamarhald á støðuni”

Tað var áhugavert at sita og lurta eftir Jógvan Páll í dag. Hann greiddi eisini frá, at hann, eftir at hann var komin heimaftur til Føroya hevði sálarkvøl av tilburðinum. Men hann hevði søkt sær hjálp, og hana fekk hann.

Eg haldi, at tað var stuttligt og eggjandi fyri Jógvan Páll, at so mong ung – væl yvir 100 føroyingar komu og lurtaðu eftir fyrilestri hansara í dag.

Og hann kvitteraði eisini við at syngja ein sang fyri okkum, sum hann ynskti at gera til sín  egna vitnisburð:

Millum boðar og íður eg strandaður var

á tí villu, tí ókendu strond.

Men tá vónleyst og myrkt alt sá út fyri mær,

mín frelsari rætti mær hond.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni