Jamie fer at arbeiða við OM í Danmark
Jamie Fugill, sum er giftur við føroysku Noomi Eysturtún, fer nú at arbeiða við OM í Danmark. Hann greiðir soleiðis frá um hvat hann fer at gera.
Hey tit, eg eiti Jamie Fugill, eg eru úr Onglandi og eri giftur við eini føroyskari kvinnu, Noomi Eysturtún.
Aftaná at hava verið í Føroyum í hálvtannað ár, hava vit avgjørt at flyta til Keypmannahavnar, so at Noomi kann fara undir at lesa. Eg havi nú funnið mær eitt starv í OM í Danmark, har eg fyrst og fremst fari at taka mær av sosialu miðlunum.
Uppgávan hjá mær verður at veksa um luttøkuna hjá OM Danmark á sosialu miðlunum, so at danir læra meiri um OM, og eisini uppdaga allar møgleikarnar, sum standa teimum í boðið at fara út í heimin at boða evangeliið.
Eg eri sera spentur um hesa uppgávuna, tí eg sleppi at brúka mítt ídni fyri ríki Guds. Mær dámar sera væl at skapa og spæla mær við filmsklipp, og eg biðji um, at Gud skal brúka meg til at byggja ríki Hansara, so at fleiri danir fara út á trúboðaramarkina at boða gleðiboðskapin fyri teimum ónáddu.
Fyri at hetta skal gerast ein veruleiki, havi eg tó tørv á forbøn og eg fari tí at biðja tykkum standa saman við mær í bøn til Gud um at Hann skal brúka mína tænastu. Mær tørvar eisini fíggjarligan stuðul, so um tit á nakran hátt kunnu stuðla mær, so hoyri eg fegin frá tykkum.
Um onkur vil stuðla Jamie fíggjarliga, kunnu tit eisini gera eina flyting til OM Føroyar, konto 9181-426.219.2 í Betri banka og viðmerkja Jamie Fugill.
Adventsinnsavningin hjá OM Føroyum fer í ár til OM í Norðurlondum. Í desembur fara vit at leggja videobrot og myndir út frá ymisku londunum, har vit greiða frá virkseminum í ymisku norðurlondunum. Tú kanst vera við at stuðla arbeiðinum við at gera eina flyting á 9181-426.219.2 og viðmerkja advent.