Ja, nú trúgvi eg.
Fríggjadagin tók ein av vinum okkara ímóti Jesusi… Lovið Harranum!!
Soleiðis skrivar Shino Mortensen í dag. Hon greiðir frá, at hon hevur undirvíst hesi vinkonuni og tveimum øðrum kvinnum í Bíbliuni.
Fríggjadagin vóru vit saman í fimm tímar, tí hon kundi ikki koma seinast. Vit varnaðust ikki, at tíðin fór so skjótt. Vit tosaðu saman um Jesus, Gud Skaparan, Heilaga Andan, sum býr í okkum frá tí løtu, vit taka ímóti Kristusi, um fortíð okkara, familjuna, framtíðina…
At byrja við dró hon á tað, tí hon ivaðist í, um hon kundi taka ímóti Jesusi, tá tað framvegis var so nógv, hon ikki skilti enn. Shino leiddi hana so ígjøgnum alt, sum tær hava gjøgnumgingið saman seinastu 10 mánaðirnar.
Mitt í samrøðuni lyftir hon vinstru hond sína og sigur, Ja, nú trúgvi eg…!!
Hallur er longu vorðin vinur við mann hennara, sum er komin á møti fleiri ferðir. Bið um, at maðurin og sonur teirra eisini koma at kenna Jesus persónliga. Mátti Gud hildið á at leiða okkum í sambandinum við hesa familjuna.
Kvinnan er ein av teimum, sum hava gingið til mammukaféina, sum Shino hevur skipað fyri. Kvinnan sigur, at hon heldur, at hinar mammurnar eisini leita eftir onkrum í lívi sínum, kanska tær eisini ynskja at kenna Jesus.
Øll hesi árini havi eg verið einsamøll um at taka ímóti hesum mammunum til kaféina. Nú gleði eg meg til at hava hana við mína lið í framtíðini, sigur Shino.
Biðið um at Gud skal vælsigna hana á nýggju leið hennara, og at trúgv hennara á Jesus skal gerast djúpri og sterkari.
Vit fara at halda á vit at lesa Bíbliuna saman, saman við eini í aðrari vonkonu, sum eisini tykist vera mær við at taka ímóti Jesusi. Biðið eisini fyri henni, sigur Shino.
Lat okkum biðja áhaldandi fyri familjuni Mortensen og virksemi teirra í Japan.