2. august 2019

Inspired – kveiktur

Evnið á leguni í ár hevur verið “Inspired” – ella sum tey hava týtt tað til føroyskt: “at kveikja” ella “kveiktur”.

Tað kann sjálvandi vera so ymiskt hvørjum menniskju verða “inspirerað” av.  Endamálið við slíkari legu, sum hesari, er fyrst og fremst at boða Orðið og at lata seg kveikja av tí. Tá ið eg havi spurt ungdómin um hesi viðurskifti, siga tey flestu fyri mær, at tey eru kveikt av tí, sum farið er fram í andaktunum, bíbliutímunum og so ikki minst á lovsongsløtunum, Throne Room.

Men á slíkari legu er eisini so nógv annað, sum kann kveikja: Eitt smíl, eitt nýtt vinarlag, eitt klemm frá einum góðum vini, eitt uppmuntrandi orð, ein sangur o.s.fr.

Fyri onkran hevur tað óivað verið sera uppmuntrandi, kveikjandi og “inspirerandi” bara at vera her – bara at sita saman við uml. 3.700 øðrum og syngja lovsong. Ella kanska bara at hugsa tankan, hvussu gott tað er at vera saman við so nógvum øðrum við sama endamálið sum tú sjálvur. Tað er eisini kveikjandi.

Nú er skjótt liðugt her, og leiðin gongur heimeftir. Eitt er vist, – tað koma nakrir kveiktir føroyskir ungdómar heim til Føroya eftir at hava verið her í knappa viku.

 

Skrivað. Eyðun á Lakjuni