Innbjóðing til aðalfund
Vit vilja fegin bjóða tær at koma í aðalfund hjá OM Føroyum mánadagin 19. apríl klokkan 19.30.
Koronakreppan hevur merkt allan heimin seinasta góða árið og so eisini virksemið hjá OM Føroyum. Hetta er tí fyrsti aðalfundur síðani 2019.
Á fundinum fer formaðurin at greiða frá virkseminum hjá felagsskapinum seinastu tvey árini og dagligi leiðarin fer at leggja roknskapin fram.
Vit hoyra eisini frá TeenStreet-toyminum um virksemi hjá teimum og hvørjar ætlanir eru í summar.
Fundurin í ár verður í nýggju skrivstovuhølunum hjá OM Føroyum í Skansahúsinum í J. H. Schrøtersgt 11 í Havn. Hetta er bygningurin, sum SMJ hevur hildið til í í mong ár. OM Føroyar hevur, saman við øðrum trúboðara- og hjálparfelagsskapum, leiga bygningin. Vónin er at við at samla fleiri felagsskapir, sum arbeiða fyri sama máli undir somu lon, kunnu vit lyfta støði hjá okkum øllum. Aðalfundurin er tí eisini eitt gott høvi at vitjað bygningin og kunna seg um viðurskiftini har.
Her er leinkjan til innbjóðingina á Facebook. Har ber til hjá tykkum at bjóða øðrum á aðalfundin ella stutt at siga, um tú væntar at koma ella ikki.
https://www.facebook.com/events/731487150870767
Myndin er av bygninginum, sum skrivstovan hjá OM húsast í og har aðalfundurin verður.