Ikki rúm fyri fleiri tannáringum í beinleiðis flogfarinum, men…
Ikki er rúm fyri fleiri tannáringum í beinleiðs flogfarinum til TeenStreet í summar. Nøkur pláss eru tó til leiðarar.
Vit hava tíverri verið noydd til at lata aftur fyri møguleikanum at ferðast við beinleiðis flogfarinum.
Tó er tilmeldingin enn opin, og møguleiki er at ferðast sjálvur ella saman við øðrum. Fleiri dømir eru um smá ferðaløg, ella tannáringar, sum ferðast saman við familjuni.
Eisini er møguligt at ferðast sjálvur við Atlantic, á vanligu rututúrunum, sum eru til Barcelona. TeenStreet skipar tó ikki nakað í hesum sambandi.
Enn mangla vit fleiri leiðarar, og vónandi hugsar onkur um at koma á TeenStreet sum leiðari í summar.
Undantøk verða ikki givin, og tey fáu plássini, sum eru eftir, eru til leiðarar og kjarnustarvsfólk.
Tilmeldingin letur aftur 10. mai.