Í morgin verður tað
So er tað í morgin, at størsti samlaði føroyski hópurin fer avstað til TeenStreet leguna í Offenburg – og vit gleða okkum.
Vit hava eisini skeitt eitt sindur eftir veðurforsøgnunum fyri økið. Tær eru ikki allar heilt eins, og tað sær út sum um at hitalagið verður passaligt millum 20 og 25 stig og so eitt sindur skiftandi millum sól, yvirskýggjað og onkuntíð nakað av regni.
So boðskapurin er: takið eisini klæðir við, har tit kunnu vera úti í regni, men gloymið heldur ikki sólkremið.
Í hesi løtu arbeiða tey í Offenburg við fullari orku og gera alt klárt til vit og øll hini koma niður.
Føroyski TeenStreet lovsongsbólkurin er eisini ávegis, og fer at stilla alla útgerðina upp í nýggju og flottu Mainhall seinni í dag.
Hetta verður gott!