5. september 2017

Hvør er Lawrence Tong?

Lawrence Tong er úr Singapore. Hann er giftur Susan og eiga tey tveir synir.

Lawrence var ungur lesandi tá Logos vitjaði í Singapore og hann fór umborð at fregnast. Tað stóð Lawrence í boði at vera frívilligur arbeiðari umborð meðan skipið lá í Singapore, og hann tók av. Umborð møtti hann fólki sum vóru púra vekk í Jesusi og tað dróg hann og gav honum hug at vera við í trúboðaraarbeiði.

 

Tá hann sum 21 ára gamal var liðugur við lesnaðin og hertænastu kom Logos aftur til Singapore. Hann søkti um at sleppa umborð, men av tí at hitt skipið hjá OM, Doulos, tørvaði manning, søkti hann um at sleppa umborð har. Hann var umborð á Doulos í tvey ár. Eftir hetta fór at aftur umborð á Logos at arbeiða.

Hann fór síðani á land aftur og arbeiddi í Singapore í nøkur ár. Hann giftist við Susan og tey fingu tveir synir.

 

Í 2000 fór hann umborð á Logos II at arbeiða fulla tíð og hevur síðani arbeitt innan ymisk økir í OM. Í 2013 gjørdist hann leiðari fyri altjóða OM og hann er júst byrjaður uppá sítt seinna fýra-ára skeið 1. septembur 2017.

 

Lawrence er ein leiðari við visiónum, íðin eftir at skapa nýmenning í trúboðaraarbeiðinum kring heimin. Lawrence er ein hugfangandi søgusigari, sum eggjar mongum kring heimin at biðja, geva og fara.

 

Lawrence elskar Harran og Hansara missión, og hann vitjar og samvirkar við OM’arum um allan heim og vísur teimum sín stuðul.

 

Saman við globala leiðaratoyminum hevur Lawrence endurnýggja og umskipað okkara fatan av kjarnini í missiónsarbeiði okkara og nýhugsan í leiðslu og stýring.

 

Lawrence og Susan er komin til Føroyar í dag og verða her til fríggjadagin. Høvið er at møta teimum og hoyra tey greiða frá, tá OM Føroyar skipar fyri limakvøldi í Kelduni í Skálafirði hóskvøldi 7. septembur kl. 19.30. Um tú ikki ert limur, hevur tú møguleika at tekna teg sum lim hetta kvøldi.