9. februar 2014

Hoyr um OM vikuna í Lindini

Í kvøld eru David Svensson og Karen Daniels komin til Føroya. David er leiðari fyri Global Village og Karen er samskipari. Tey eru komin eina viku áðrenn restina av toyminum, sum í alt telur 10 fólk og hesa komandi vikuna skulu allar neyðugar fyrireikingar gerast, so klárt er at fara til verka tá hini koma við Norrønu næsta mánamorgun.

Í morgin (mánadagin 10. februar) kanst tú hoyra meira um OM vikuna FOKUS í Lindini klokkan 10. Tað verða Anita Tausen, David Svensson og Karen Daniels sum eru at hoyra í Lindini í morgin.