Bønarlívið umborð á Logos Hope er ekstremt kul
Í samband við Logos Hope vikuna ringdi tey í Lindini mánamorgunin til Ásbjørg Hjelm, sum er umborð á Logos Hope í Rio de Janeiro í Brasil.
Lurta her:
Ásbjørg er á STEP programminum umborð, sum er eitt 2-3 mánaðar programm á Logos Hope. Í prátinum fortelur Ásbjørg um hennara dagligu tænastu umborð sum ‘angel’, sum er heiti sum reingerðingstoymi hevur umborð. Hon fortelur, at hon hevur vaskað nógv vesir. Ásbjørg nevnir eisini, at hon er sera glað fyri ríka bønarlívið, sum er millum manningina umborð.
Nú meðan Logos Hope liggur í Brasil koma fleiri túsund fólk dagliga at vitja umborð. Ásbjørg hevur eisini havt høvið at práta við fólk, sum vitja umborð og víst teimum á Jesus.
Henda vikan er Logos Hope vika, har vit varpa ljós á Logos Hope. Í morgunsendingunum hesa vikuna í Lindini vitja gestir, sum hava verið ella eru partur av virkseminum hjá Logos Hope. Lurtið við kl.9-11 hvønn morgun á Lindini.
Vit samla eisini pengar inn til Logos Hope hesa vikuna; pengar fara til at fíggja olju til Logos Hope. Til ber at stuðla umvegis kassan niðanfyri.
Latið okkum minnast at biðja fyri virkseminum hjá Logos Hope, sum tey vitja havnir í Brasil og í Karibiska havinum komandi mánaðirnar.