Hjálp sigoynara-tannáringum á TS Balkan
Gev einum sigoynara-tannáringi møguleikan at fara á TeenStreet Balkan
Tá vit í Føroyum siga TeenStreet, so er tað kanska ein sjálvfylgja at vit tosa um TeenStreet í Týsklandi, og tað er jú tað vit kenna mest til og sum føroyingar í hópatali fara til. Men tað eru eisini onnur TeenStreet runt um í heiminum og eitt av teimum er TeenStreet Balkan, sum í døgunum 20. – 25. august verður í Montenegro.
TeenStreet Balkan
TeenStreet Balkan var fyrstu ferð í 2017, so tað er sostatt tað nýggjasta TeenStreet í OM søguni. Nøkur lond úr Balkan økinum hava sent nøkur ung til TeenStreet í Týsklandi í nøkur ár, men tey flestu londini hava ikki sett seg før fyri at senda nakran avstað, av tí at tað er ov kostnaðarmikið. Tað er eingin loyna at londini í Balkan økinum øll – meira ella minni – stríðast fíggjarliga og arbeiðsloysið er stórt í hesum londum og lønin er lág.
Á heimasíðuni hjá TeenStreet Balkan siga tey, at tað var ein heilt serlig uppliving tá tey á TeenStreet Balkan í fjør kundu sameina tey ungu trúgvandi úr hesum londum, har kríggj og klandur hevur verið tað, sum hevur sermerkt sambandið millum hesi lond í mong, mong ár. “Vit eru eitt í Kristusi! Tað er líka mikið hvørjum fólkið vit eru av, hvat kyn vit hava ella hvat okkara mentan er. Nógvir limir, EITT likam.”
Í fjór vóru ung úr Kosovo, Montenegro og Albania á TeenStreet Balkan, men í ár eru enn fleiri lond komin við. Meira kunning um TeenStreet Balkan er at lesa á teirra heimasíðu www.teeenstreet-balkan.com
Áheitan til føroyingar
Sum yvirskriftin sigur, so er ein áheitan komin til okkum í Føroyum um at hjálpa teimum fíggjarliga. Vanligi kostnaðurin fyri tannáringar at koma á TS Balkan er 100 Euro, men tey ynskja eisini at bjóða nøkrum sigoynarartannáringum at koma á TeenStreet ókeypis, tí tey hava als ongan møguleika at gjalda fyri leguna, tí bara at fáa mat í munnin hvønn dag er ein avbjóðing. Málið er at savna 4000 Euro (30.000 kr) til TeenStreet Balkan innan eina viku.
Um tú hevur møguleika at stuðla TeenStreet Balkan, so kanst tú gera tað her ella við at flyta pening á 9181-426.219.2 og viðmerkja TeenStreet Balkan.
Føroyingar á TeenStreet Balkan
6 føroyskar ungar gentur vera eisini við á TeenStreet Balkan í ár. Umframt tær báðar, Sigrun Vang og Mariu Petersen, sum eru trúboðarar í ávíkavist Montenegro og Kosovo, so fara Noomi Eysturtún, Kristina Jakobsen, Elin Neshamar og Herta Skarðhamar eisini at hjálpa til á TeenStreet Balkan. Herta fer at hava eitt dansi workshop, meðan hinar tríggjar fara at hava ein bás við ymiskum aktivitetum, hvørs endamál eg at koma á tal við fólk og kunna eggja og vegleiða teimum andaliga. Vit gleða okkum at hoyra meira frá teimum seinni í august.