20. juli 2017

HJÁLP okkum at hjálpa teimum

Um RAG
RAG er stuðulsrenningin á TeenStreet (Renn og Gev)
Á TeenStreet elska vit at deila signingina við fólk í neyð, tí Gud hevur givið okkum so nógv. RAG er okkara háttur at deila hesa signingina!
Áðrenn og á TeenStreet samla vit pening til eina góða søk, vanliga innanfyri OM, sum ávirkar ungdóm í Evropa.

Síðsta ár gjørdu vit hetta við at samla uml. 75.000 EUR (uml. 550.000 kr.) til “Vocation for the Future” verkætlanina í Kosovo. Wow! Takka verið tykkara gávumildni hava vit kunnað gjørt mun í lívinum hjá ungum fólki í Kosovo, sum annars ikki hevði verið møguligt! Tit kunnu lesa meir um verkætlanina “Vocation for the Future” á teenstreet.de.

Næstu ferð: Aftur til Kosovo

Í ár halda vit fram at stuðla “Vocation for the Future” verkætlanini í Kosovo.
Hvør sentimetur av húsinum er í brúki! Alt verður gjørt í somu hølum og tey hava slett ikki nokk av plássi til allar tannáringarnar, sum tey hava nú og sum tey koma at fáa í framtíðini! At samskipa er ein sonn marra í løtuni! Hóast umstøðurnar, so er teirra mál at vaksa um flokkarnar, at kunna geva hægri útbúgving enn í dag og at fáa fleiri lærugreinar, men hetta er ikki møguligt í løtuni.

Tey ynskja at leiga ein størri bygning, ella fleiri smærri bygningar runt um í býnum, so tað er lættari hjá tannáringunum at koma til undirvísing og til samrøður, men hetta kostar! Hægri húsaleiga, nýggj útgerð og fleiri vand hjálparfólk skulu til, um tey skulu veita eina betri tænastu og kunnu hjálpa fleiri tannáringum. Her kunnu vit á TeenStreet hjálpa!

Vit ynskja at samla minst 100.000 EUR (uml. 750.000 kr.), so tey kunnu økja um undirvísingina og møguleikan fyri viðgerð í minst trý ár fram.

Vit hava brúk fyri øllum stuðuli, so dreymarnir kunnu gerast veruleiki! Tað kostar uml. 250 EUR (uml. 2000 kr) at stuðla einum tannáringi um ári. Hví ikki seta tær sum persónligt mál at samla hesa upphæddina inn? Ella sum lið! Saman kunnu vit gera mun – og tað gera vit eisini!

Við at taka lut í RAG renningini á TeenStreet 2017 ella við at vera stuðlaður í Talent-kappingini, hjálpir tú verkætlanini “Vocation for the Future” at gera neyðugu broytingarnar, so at enn fleri tannáringar fáa hjálp. Um meir pengar koma inn, fara teir til aðrar líknandi verkætlanir í Kosovo og Evropa. Takk fyri, at tú tekur lut í hesi verkætlan – hon er við til at geva vón til eina tjóð, sum ikki sær annað enn vónloysi.