13. februar 2014

Hjalmar & Jacobina í Bangkok

Logos Hope er í løtuni í Bangkok og eru 6 føroyingar umborð, har fýra av teimum eru Andreassen familjan, sum eru Hjalmar, Jacobina, Theodor og Rani.

Tey greiða soleiðis frá:
“Logos Hope hevur seinastu mánaðirnar vitja Oman, Quatar, Bahrain, Emiratirnar, Sri Lanka, Singapore og nú Bangkok.  Í meðan vit hava verið í hesum fyrru havnunum hava vit ikki kunna verið opin um okkara trúgv av tí at londini eru muslimsk, og at vera opin um sína trúgv kann vera sera vandamikið. Ístaðin hava vit kunnað, uttan orð, víst blíðskap og kærleika til tey vitjandi umborð og á landi. Eftir hvørja havn hava vit eitt møti, har vit deila søgur um okkurt serligt sum er hent tað tíðina og hvørjaferð eru søgur um hvussu rørd fólk eru av okkara blíðskapi. Onkur hevur spurt hvørjum “læruprogrammi” vit fylgja, av tí at øll hava hendan blíðskap og kærleika sum bara kemur náttúrligt. So sjálvt um vit ikki kunnu vera opin, so sæst at vit eru annaðleiðis enn teir vanligu touristarnir”.

Um framtíðina siga Jacobina & Hjalmar:

“Okkara tíð umborð er longt til september 2014 og í tí tíðini er ætlanin hjá skipinum at fara m.a. til Hong Kong (turrdokk) Japan, Suður Korea og aftur til Hong Kong til Power Up. Men eitt tað fyrsta ein lærir umborð her er, at ætlanir kunnu (og summar tíðir skulu) broytast. Hetta eru í øllum førum spennandi lond, og lond har fólk hava tørv á gleðiboðskapinum.

Til tíðina sum kemur, hava vit tørv á vissu, úthaldni og styrki. Vissu til at vita um hetta er tað rætta staðið hjá okkum at vera, úthaldni til at kunna vera her í hetta árið afturat og styrki at kunna livað Krist hvønn dag ímeðan vit eru her”, siga Hjalmar, Jacobina, Hjalmar (2) og Rani (1) at enda í hesi heilasanini.