2. august 2021

Hetta stuðla vit á stuðulsrenningini

RAG – Samla & Gev

RAG er tiltakið á TeenStreet, har vit savna pengar. Áðrenn og undir hvørjum TeenStreet, so savna vit pengar fyri at stuðla einum góðum endamáli, vanliga innan OM, sum hevur góða ávirkan á ungdóm í Evropa og kring heimin. Vit savna pengar ígjøgnum RAG og onnur tiltøk á TeenStreet.

RAG verkætlanir 2021

TeenStreet kring heimin!

Í heimssøguni hava ongantíð verið so nógv flóttafólk sum nú. Fólk, sum eru farin frá teirra húsi og heimi orsakað av kríggi og hungursneyð. Nógv av teimum bíða í flóttafólkalegum í vón um eina betri framtíð. Ímillum flóttafólkini eru eisini tannáringar. Tannáringarnir eru ofta flýggjaðir heimanífrá uttan teirra foreldur. Tað er nógv virksemi í flóttafólkalegunum, sum er ætlað lítlum børnum og ungum mammum. Tað er gott! Men tað er einki skipað virksemi til tannáringar. Tey hava onga framtíð og einki at gera. Okkara dreymur er at skipa fyri TeenStreet legum fyri flóttafólka tannáringar. At skipa eitt TeenStreet, sum er ætlað at geva teimum vón, stuttleika, uppmerksemi og ein forsmakk upp á Guds ríki.

Skúlar í Malavi

Í Norður Malavi eru longu tveir skúlar til børn og tannáringar, sum hava mist foreldrini. Ætlanir eru um ein triðja skúla, og hesum ætla vit at stuðla fíggjarliga. Hetta er millum fátækastu partar av landinum, og skúlarnir gera stóran mun. Í skúlanum hava tey 12 ymiskar lærugreinar, umframt at tey arbeiða við landbúnaði, ungdómsarbeiði og ítrótti. Bæði kristin og muslimar eru við í verkætlanini, sum byggir felagsskap teirra millum, og gevur teimum møguleika at liva sína trúgv út. Tað kostar einans 1 EUR at keypa mat til eitt barn í ein heilan mánað. Í løtuni eru uml. 600 børn í skúlunum – latið okkum vera tann hjálpin, sum tey hava brúk fyri.

Norður India

Uml. 96% av fólkunum í India hava lítla og onga atgongd til evangeliið um Jesus. Fólkini í India vilja fegin læra enskt, tí enska málið kann vera ein útvegur úr fátækradømi. Í New-Delhi og Moradabad hava vit sæð, at við at lesa í enskum Bíblium, so eru fólk komin til trúgv á Jesus. Smáir felagsskapir av trúgvandi fólkum eru byrjaðir, og tey brenna fyri at boða fólkunum í India um Jesus.

Ítróttur í Bangladesh

Hóast undirvísingarstýrið ikki hevur ítrótt á dagsskránni, so er áhugin fyri fótbólti, cricket og flogbólti stórur millum tey ungu. Vit vilja brúka ítrótt til at arbeiða millum tey ungu; ikki bara fyri at geva teimum tað, sum tey vilja hava, men tað, sum tey hava brúk fyri – gleðiboðskapin um Jesus. Tey koma, tí tey eru áhugaði í ítrótti, men vit bjóða teimum eisini at vera partur av Guds ætlan við teimum. Tey læra at vera partur av einum liði á ymiskan hátt, og vónandi at ferðast saman við Jesusi.