28. januar 2020

Heri fer á MDT í Moldova og Rumenia

Fríggjadagin 31. januar fer 21 ára gamli toftadrongurin Heri Danielsen til Moldova á  bíbliu- og missiónsskúla hjá OM. Hann skal vera burturi í fimm mánaðir. Trúboðin skrivaði hesa greinina um Hera fyrr í vikuni.

-Tað var í desember, eg tók avgerðina at fara, og tí er avgerðin nokk so nýggj. Eg havi verið við einum TiM toymið (tannáringar í missión) hjá OM í Moldova, so eg kenni til umstøðurnar. Vit fara at búgva á somu missiónsstøð. Eg veri burtur í fimm mánaðir, og teir verða deildir millum undirvísing og starvsvenjing. Ein part av tíðini vera vit í Rumenia, sigur Heri.

– Eg gleði meg til at møta hinum næmingunum, sum koma úr ymiskum londum. Vit vera millum 10 og 20 næmingar og undirvísingin verður á enskum. Starvsvenjingin verður saman við lærarunum, sigur hann.

Tabor á Toftum er andaliga heimið hjá Hera og á møtinum sunnukvøldið bað samkoman fyri honum.

-Tað var gott at vera biðin fyri á møtinum í Tabor sunnukvøldið. Bønin hevur stóran týdning og tað er gott at vita, at meinigheitin biður fyri mær, sigur Heri Danielsen.

Við í forbønini vóru Jaspur Højgaard frá ungdómsarbeiðinum og Olaf Magnussen, formaður fyri Tabor á Toftum.

 

MDT stendur fyri Mission Discipleship Training og er eitt slag av bíbliuskúla, sum OM skipar fyri. OM hevur MDT-skúlar í Onglandi, Týsklandi, Moldova, Zambia og Suðurafrika. Send okkum ein teldupost á info.fo@om.org, um tú vilt hava meiri at vita. Sí meiri her. https://www.om.fo/tak-lut/stutttidarmission/