27. juli 2014

Heilsan úr Bosnia & Hertzegovina

TiM Bosnia toymið sendi í dag hesa heilsan:
Í gjár høvdu vit barnaarbeiði, men vit blivu órógvað av einum radikalum muslimi og tað er nakað vit mugu biðja um at tað radikala islam ikki vinnur fram í Bosnia. Teir allar flestu muslimarnir her eru tollyndir muslimar.
Tað sum eftir er av túrinum hava vit barnaarbeiði í eini park, vitja sigoynarar og hósdagin fara vit til leguhúsið at vera saman við ungómi úr Mostar.

bosnia1 bosnia3

Tá ið vit vóru í Mostar síðsta fríggjadag, segði ein genta, sum ikki trýr uppá Gud, at hon legði merki til at tað var nakað ørvísi við okkum. Biðið fyri henni, nú hon er á legu.

Annars hava vit tað øll gott 🙂