20. juli 2019

Hava vitjað í bygd uttan nakra samkomu

TIM-toymið í Moldova hevur úr at gera.

 

Seinastu dagarnar hevur toymið vitjað í eini bygd í Moldova, har eingin samkoma er enn. Fyrrapartar hava tey skipað fyri onkrum fyri børnini, og seinnapartarnar hava tey vitjað í heimunum.

– Vit spældu, fortaldu bíbliusøgu, lærdu børnini bíbliuvers og gjørdu okkurt kreativt. Seinnapartin í gjár vitjaðu vit familjur, góvu teimum mat og bundin klæðir. Í gjárkvøldi luttóku vit í einari samkomu í einari aðrari bygd beint við, tí her hava tey onga samkomu enn. Har sungu vit 2 føroyskar sangir og høvdu 2 vitnisburðar, skrivar toymið um fríggjadagin.

 

Leygardagin komu yvir 100 børn til barnaprogrammið, og toymið fekk høvi at vitjað heima hjá fleiri av familjunum.

– Har hava vit eisini fingið loyvi at fortelja okkara vitnisburð, bíbliuvers og um okkara trúgv.

 

Ein maður fortaldi sína søgu fyri toyminum. Hann nevndi millum annað, at hann vanliga gav pengar frá sær til barnalegurnar í bygdini, men av tí, at hann ikki hevði nógv at geva í ár, ætlaði hann ikki at hava leguna. Men so verður hann kontaktaður av OM, sum spurdi, um tey kundu koma at hava programm í bygdini, og tey skuldu sjálvi gjalda. Tí metti hann sjálvur, at TIM-toymið var eitt bønarsvar.

 

Her eru nøkur ting tit kunnu biðja fyri í løtuni:

– Bið fyri heilsu, av tí ein av okkum hevur allarhelst fingið matforgiftning.

– Fyri túrinum víðari til næstu bygdina.

– Og fyri at Guð má framvegis arbeiða í hesi bygdini, og vælsigna tey sum búgva har.

 

Tað ber til at fylgja toyminum á instagram-vanga teirra, tim_moldova.