31. oktober 2019

Hallur er og hjálpir teimum neyðstøddu

Fyri tveimum vikum síðani rakti tropiska ódnin Hagibis Kanto-økið í Japan, bara ein mánað eftir at ein onnur tropisk ódn, Faxai, gjørdi um seg í sama øki. 86 fólk lótu lív í ódnini. Nógv regn elvdi til vatnflóð og skriðulop nógvastaðni og túsundatals heim mistu streymin.

 

Hallur Mortensen, ið virkar sum trúboðari í Japan saman við familju síni, er í hesum døgum farin til Nagano at taka lut í hjálpararbeiðinum. Hann sigur, at Nagano varð serliga hart rakt av ódnini.

– Tá tílílkar nátúr vanlukkur henda í Japan, so sum tsunami, typhoon, og jarðskálvti, skipa samkomunar oftan fyri hjálpararbeiði, og í tí sambandi fari eg við Evangelical Free Church í Japan at hjálpa til. Biði fyri at hetta skal vera ein góður vitnisburður fyri navn Kristus Jesusar. Minnist eisini til Shino, sum verður heima við okkara fýra børnum, sigur Hallur Mortensen.

 

Her eru nakrar myndir frá uppruddingararbeiðinum. Vatnið stóð tríggjar metur upp eftir vegginum á húsunum.

 

 

Mortensen-familjan merkti eisini til ódnina í Atsugi.

– Jú, tað var nógv regn og nógvur vindur, men lukkuvís eingin stórur skaði, sigur Hallur Mortensen.

 

Umframt Shino og Hallur Mortensen virka Birita og John Timothy eisini í Japan. Tey eru enn á málskúla í Sapporo, men flyta í vár til Hirosaki at arbeiða við at stovna eina nýggja samkomu.

– Vit eru somikið norðaliga, at vit merktu ikki stórvegis til hesa ódnina, sigur Birita Timothy.