Gunn Joensen farin til Moldova
Fyrstu ferð Gunn Joensen, úr Klaksvík, vitjaði Moldova, var á sumri 2013, tá hon var har saman við føroyska TiM (Tannáringar í Missión) toyminum.
Í dag ber leiðin so aftur til Moldova, hesaferð í nakað longri tíð enn tær 14 dagarnar seinast. Hesið tvey árini hevur Gunn hildið samband við Ynu og Ygor, sum vóru leiðarar fyri TiM toyminum í Moldova. Javnan senda tey heilsanir út og seinasta heilsanin, sum kom stutt fyri summarfrítíðina, fortaldu tey at Yna skal føða barn nr. tvey nú í september og at hon ikki livdi so væl og mitt í øllum hesum skulu tey so eisini flyta í teirra hálvt liðug hús. Tey bóðu um forbøn.
“Hetta fór bara beint til mítt hjarta, og eg merkti at Gud ynskti at eg skuldi gera meira enn at biðja, og eg setti meg so í samband við tey og við OM Føroyar, fyri at vita um eg kundi verða ein hjálp hjá teimum eina tíð,” sigur Gunn.
Yna var hjartans fegin og segði at hetta var eitt stórt bønarsvar fyri tey. So í dag (fríggjadagin 28. august) er Gunn á veg til Moldova og kemur hon mitt í flytingini hjá teimum og kann veruliga vera ein góð hjálp frá fyrstu løtu. Yna og Ygor eiga ein drong sum er knapt 2 ár og eitur Darius. Yna skal fáa barn nr tvey við keisaraskurð í september. Tey arbeiða bæði hjá OM Moldova og Ygor er við í leiðslutoyminum og hevur serliga Challenge into Mission skúlan undir sær.
Vit ynskja Gunn ein góðan túr til Moldova og ynskja at hon skal kunna vera til stóra signing fyri Ynu, Ygor og teirra børn og fyri nógv onnur hon kemur at hava samband við, eins og hon skal kenna seg signaða sjálv .
Vantandi verður Gunn í Moldova 3-4 mánaðir. Lat okkum biðja fyri henni hesa tíðina.