8. mars 2022

Gev útlendskum tannáringum møguleikan at fara á TeenStreet

Veits tú av at hesa vikuna skipar OM Føroyar fyri stuðulsviku har føroyingar hava møguleika at stuðla TeenStreet í øðrum londum. Í hesum sambandi eru Debs Walker og Ewout van Oosten í Føroyum.

Seinastu tíggju árini hava túsundtals føroyskir tannáringar havt møguleikan at fara á TeenStreet. Nógv lív eru broytt, tá tey ungu hava møtt Jesusi og mong vinabond knýtt. Nú hevur tú møguleikan at vera við at geva øðrum tannáringum sama møguleika.

Endamálið hjá OM, sum skipar fyri TeenStreet, er at boða gleðiboðskapin um Jesus fyri teimum, sum ongantíð hava hoyrt um hann. Sum liður í hesum ynskja vit tí at spreiða TeenStreet um ein størri part av heiminum.

Aftur í ár skipar OM Føroyar fyri eini stuðulsviku til frama fyri TeenStreet í øðrum londum, so tannáringar aðrastaðni fáa sama møguleika at læra Jesus at kenna og møta øðrum trúgvandi gjøgnum TeenStreet í teirra nærumhvørvi.

Í fjør savnaðu vit pening til at byrja TS í Kina, Russlandi, Sambia, Mena-økinum og Andes-økinum. Sum úrslit av tí innsavningini kundu vit fyri fyrstu ferð halda TeenStreet-legur í Sambia í Afrika, í Algeria og arabisku emiratunum í mið-eystri, og í Russlandi, samstundis sum legur longu eru fyrireikaðar í Kolumbia og Ekvador seinni í ár. Vit skipaðu eisini fyri TeenStreet í eini flóttafólkalegu í Serbia, fyri ungum dreingjum  fyrst og fremst úr Afganistan.

Vilt tú standa saman við okkum í ár?

Í ár ynskja vit at savna eina millión krónur, so at vit kunnu styrkja tey TeenStreet, sum longu eru sett í gongd, byrja TeenStreet í nýggjum londum og at arbeiða meira í flóttafólkalegum.

Tú spyrt kanska: “Ger tað, sum eg kann stuðla við, mun?” Svarið er JA, tað ger mun! Saman náa vit langt.

Um tú vilt vera við at stuðla, kanst tú gera eina flyting til OM Føroyar á kontu: 9181-166.774.4 og viðmerkja TeenStreet Útland.