Gev eina jólagávu 2025
Tí at so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:16
Sum lítil børn, vit frøddust jólamorgni á,
vit gávur fingu tá,
tað gleði bar.
Men vit vistu ei til fulnar,
um tað barn, sum tá var føtt,
tí størsta gávan, gevast kann,
tá givin var.
Vit eru nú mitt í adventstíðini, bíðitíðin til barnið verður føtt og vit minnast føðing Jesusar. Orðini omanfyri eru úr sanginum Vit vóru orsøk, sum Samsint sang í 90'unum og Heini Lützen eisini hevur givið út aftur seinni.
Í OM Føroyum hava vit vanliga eina innsavning í adventstíðini, har vit heita á okkara vinir og stuðlar at geva pening til trúboðara endamál.
Tú kanst stuðla við at flyta eina upphædd á kontu 9181 - 4262192 og viðmerkja "advent"
Síggj jólaheilsanirnar frá summum av teimum, sum hava verið úti í ár ella eru úti í langtíðartænastuher