Gera klárt
Í hesi løtu ganga fólk runt á øllum Teenstreet økinum og leggja seinastu hondina á alt fyrireikingararbeiðið, ið hevur verið seinastu dagarnar. Í eina viku ella so hava fólk verið her og gjørt klárt til leguna. Hetta kalla tey “Set up” vika. Eisini føroyingar hava verið her og hjápt til.
Og her hevur verið nokk at tikið hond í. Frá í morgin at rokna verða 3.700 munnar at metta, og tað eru 3 máltíðir um dagin, morgunmatur, døgurði og nátturði – eini 11.000 máltíðir dagliga. So bara á køksliga økinum er eitt ordiligt maskinarí sett í verk – bæði viðvíkjandi matgerð og uppvaski.
Á øllum økjum skal alt vera klárt í morgin. Eg gekk mær ein túr inn í stóru høllin, Main Hall, har møtini og bíbliutímarnir verða hildnir. Og har sær eisini út til at blíva klárt. Anleggið er komið upp at standa, og bæði ljóð- og ljósmaðurin vóru í sving fyri at stilla upp á knøttarnar, so alt verður perfekt í morgin.
Uttanfyri stóru høllina, eru telt sett upp, ið verða nýttar til ymiskar sølubúðir. Og soleiðis kundi eg hildið á. Allastaðni, har tú kemur, renna fólk runt við tí eina endamáli at gera alt klárt, so okkara kæru ungdómar kunnu fáa eina so góða legu og góða uppliving sum gjørligt. Og vit, sum eru her, vit gleða okkum øll.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni