25. november 2014

George Verwer í Føroyum 10. – 12. apríl 2015

OM stovnarin, George Verwer, kemur til Føroyar 10. – 12. apríl 2015, í samband við Aðalfundin hjá OM Føroyar.

Ein bólkur er settur at fyrireika vitjanina og í henni eru: Pól Johannesen, Beinta Vang, Rói Norðoy, Ásvald Thomsen og dagliga leiðslan fyri OM Føroyar, Anita & Oddmar Tausen.

 

Fríggjakvøldið 10. apríl og leygarkvøldið 11. apríl verður skipað fyri stórum tiltakið í Badmintonhøllini í Klaksvík. Leygardagin kl. 10 er Aðalfundur í Sjónám í Klaksvík og sunnudagin 12. apríl vitjar George Verwer 3 ymiskar samkomur í Tórshavn.

Fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík

George Verwer talar. Betesdakórið luttekur. Drama, filmar og aðrar framførslur verða eisini. Aftaná er ein drekkamuður og møguleiki verður at vitja teir ymisku OM básarnir og stóru bókasøluna.

 

Leygardagin 11. apríl kl. 10.00 í Sjónám í Klaksvík

Árligi aðalfundurin sum leiðsla og nevnd skipa fyri. Frágreiðing frá formanninum og roknskapar frágreiðing frá leiðsluni.
Eftir aðalfundin verður ein bønarløta, sum George Verwer leiður.
Aðalfundurin er fyri limir í OM Føroyar, og fáa allir limir eina persónliga innbjóðing til aðalfundin. Nýggir limir kunnu tekna seg nú á heimasíðuni ella við at senda teldupost til info.fo@om.fo. Tað er eisini møguligt at tekna seg sum lim á aðalfundinum.

Leygarkvøldið 11. apríl kl. 20.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík

Tað verða tvær løtur, við drekka ímillum løtunar. George Verwer talar til báðar løturnar

Til fyrru løtuna hoyra vit Sola Gratia úr KFUM&K og T.O.S syngja

Seinnu løtuna syngur T.O.S. aftur og er hendan løtan eitt sindur meira “ungdómslig”, men vit vóna at síggja ung og eldri til báðar løtunar.

 

Sunnudagin 12. apríl tosar George Verwer til hesi møtir:

kl. 11.00 til gudstænastu í Oasuni í Hoyvík

kl. 18.00 til møti í Ebenezer í Tórshavn

kl. 20.30 til felags ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Tórshavn

 

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hesi møtir og at síggja hvat Gud fer at gera í okkara landi hesar dagar og framyvir.