Garvaður trummusláari liðleiðari á Teenstreet.
Tórða Dam Jacobsen kenna tey flestu ungu, sum eru áhugað í tónleiki í Føroyum. Hann er, sum yvirskriftin sigur, garvaður trummusláari, ja ivaleyst millum teir allarbestu í landinum. Og ja, tað er eisini tí, vit síggja hann so mangan á palli. Hann gjørdist sikkurt veruliga kendur longu sum 17 ára gamal við bólkinum Punjab. Hesir ungu fýrarnir úr Havn góvu eisini eina fløgu út longu tá. Bólkurin er ikki virkin longur, og nú spælir Tórður bæði við bólkinum Mark the Messenger og saman við Fróða Bjarnason. Men hann verður eisini ofta biðin um at spæla til aðar konsertir og tiltøk, og verður eisini javnan nýttur sum studiotónleikari.
Men hjartað er serliga í samkomuni Immanuel, har hann gongur. Tá eg spyrji hann hvørjum hann veruliga brennur fyri, sigur hann, at tað er ungdóminum og so tónleikinum eisini. Hann er sjálvandi við í lovsongsbólkinum í Immanuel, og hann er eisini ungdómsleiðari í samkomuni.
Tórður er komin higar við einum ferðalagi úr samkomuni. Tey eru 23 í tali. 6 vaksin og 17 tannáringar. Mamman og pápin eru leiðarar í samkomuni, og tey síggja øll stórt í felagsskapinum. Tí eru tey farin avstað við einum so stórum hópi av ungum – fyri at verða saman við teimum og hava góða ávirkan á tey. Tey flugu beinleiðis til París og hava har leiðað 3 bussar. Áðrenn tey komu á Teenstreet, hava tey fyrst upplivað ymiskt spennandi í Fraklandi, og so hava tey sjálvi koyrt haðani til Offenburg, her tey ungu eru á legu, og tey vaksnu hjálpa til á ymiskan hátt.
Tórður er her á Teenstreet leiðari hjá 8 dreingjum, hann er í ferðalagi saman við. Hetta er 4 ferðin hjá honum á Teenstreet, og hetta dámur honum væl.
Vit enda samrøðuna við at hugleiða eitt lítið sindur um, hvussu tað er at vera trúgvandi tónleikari heima í Føroyum. Tórður sigur, at hóast hann spælir til nógv ymisk tiltøk og í ymiskum høpum, ynskir hann at vera eitt ljós fyri sína trúgv har, hann er.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni