14. juli 2019

Fyrstu TiM toymini byrja sína ferð

Í kvøld fóru fyrstu TiM toymini til Danmarkar á veg til Moldova og til Albania.

Myndirnar vísa spentu ungu fólkini á flogvøllinum í kvøld.

Til Moldova fara 4 gentir saman við leiðaranum, Kristinu Foldbo, og til Albania fara 13 ung saman við leiðarunum Eyðgerð Nattestad og Steffan Klein Poulsen.

Toymini hava fyrireikað seg til túrin í einar tveir mánaðir, og nú eru tey klár at fara. Túrurin víðari til Moldova og til Albania verður í morgin, tey hava fleiri millumlendingar, so túrarnir verða langir.

Ferðin hjá TiM Grikkaland byrjar í morgin.

Latið okkum biðja fyri TiM túrunum. Biðið at…
… toymini koma væl fram til Moldova og Albania saman við allari baggaguni.
… toymini mugu vera til signing fyri lokala fólki, sum tey fara at virka í millum.
… hesar báðar vikurnar verða andaliga styrkjandi og mennandi fyri TiM luttakararar.
… Harrin má verða ærdur á hesum túrum.