Fyrstu bussarnir komnir
Klokkan gott og væl 10 í morgun komu bussarnir – 3 í tali – við føroyingum úr Strassbourg inn á Teenstreet økið. Vit, sum longu vóru komin í gjárkvøldið tóku ímóti.
Føroyingarnir fóru tíðliga frá húsum í morgun, tí longu kl 5! lætti flogfarið úr Vágum við 144 spentum ungdómum og leiðarum, sum skulu vera eina viku herniðri á Teenstreet í Offenburg í Suðurtýsklandi.
Túrurin niður gekk væl væl, siga tey úr flogfarinum, og tey vóru ikki minst glað fyri morgunmatin, tey fingu umborð.
Seinnapartin, tá ið klokkan er farin nakað av 4 lendir seinna flogfarið hjá Atlantic við eini 100 føroyskum leguluttakarum í Strassbourg.
Nú verður sæð við gleði fram til eina spennandi og gevandi viku saman við umleið 4000 øðrum ungum úr nógvum ymiskum londum.