28. juli 2019

Fyrsti dagurin væl í gongd

Fyrsti dagurin her á Teenstreet 2019 er nú væl í gongd. Nú stendur streymurin av fólki út aftur úr stóru høllini – Main Hall – har vit hava verið til fyrsta felagsbíbliutíman.

Um eina løtu fara tey ungu at sita saman við sínum liðleiðara og liði og grunda víðari yvir tað, tey hava hoyrt í morgun, og sæð í ljósinum av høvuðsevninum hesa vikuna: “Inspired”.

Eftir døgurðan, sum er kl 13, hava tey frí til nátturðin verður etin kl 17.45. Men her er nógv at taka sær til. Tey kunnu íðka ítrótt av ymiskum slag, spæla onnur spøl, og so eru eisini nógvir ymiskir fyrilestrar, tey kunnu fara til hesa løtuna.

Men kenna vit føroyingarnar rætt, ja, so verða tað eisini fleiri, sum spáka sær ikki so langa teinin oman í býin við tí endamáli at “shoppa” eitt sindur.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni