29. juli 2018

Fyrsti dagur

Nú er 1. dagurin á TeenStreet 2018 væl í gongd. Veðrið hevur verið sera gott. Í gjár komu knappliga 2 grov æl – tað man treingja til her niðri, men í morgun er aftur fínasta veður. Hann lovar upp í 29 stig í dag, og hann sigur eisini gott veður alla næstu viku.

Vit hava hava fingið okkum morgunmat í stóra matarsalinum, og júst nú í skrivandi stund eru øll tey ungu farin inn í møtisalin – Main Hall, til bíbliutíma. Yvirskipaða evnið í ár eitur “Closer” – NÆRRI, og hetta verður lýst út frá og ígjøgnum bønina, sum Várharra sjálvur lærdi okkum, “Faðir vár”. Í dag verður dentur lagdur á setningarnar: “Faðir vár, tú, sum ert í Himli. Heilagt verði navn títt”.

Seinni út á fyrrapartin fara tey so at arbeiða við evninum á teirra egna liði. Hetta eru bólkar, sum telja millum 7 og 10 ungdómar. Øll hava fingið hvør sítt hefti – á sínum egna tungumáli – har evnið á leguni, og tað, sum verður framborið, er útdýpað í nakrar síður at lesa fyri hvønn dag og sum íblástur til samtalu á liðnum.

Seinnapartin hava tey frí, og kvøld er so stóra lovsangsløtan, Throne Room.

Vit ynskja øllum ein góðan dag og eina góða ólavsøku.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni