30. juli 2023

Fyrsti dagur um at vera farin

So er hesin fyrsti heili dagurin á TeenStreet 2023 um at vera  liðugur. Vit hava júst verið til Throne Room, og hava verið ríkliga signað bæði við boðskapinum og ikki minni lovsanginum, sum í kvøld var tann allarbesti. Føroyski lovsongsbólkurin “shine’aði” sum ongantíð áður á pallinum og fekk alla mannamúgvuna at syngja við av fullum hálsi, so tað rungaði eftirí.

Hesuferð er  eisini gjørt serliga nógv burturúr, at ljóðið skal vera so gott sum gjørligt við sera góðari útgerð, og tað er ongin annar enn Alexander Gaard, sum ljóðblandar út í salin og Sofus Mikkelsen, ið orðnar ljóðið á pallinum, so tað kann næstan ikki annað en blíva gott.

Nú hugna tey ungu sær eina løtu í góðveðrinum, áðrenn farið verður til songar.

Vit takka fyri ein fantastiskan dag.