27. juli 2017

Fyrsta Throne room

5 – 4 – 3 – 2 – 1, soleiðis rungaði niðurteljingin ígjøgnum stúgvandi fulla salin nú kl 20 í kvøld, tá ið fyrsta Throne Room byrjaði.

Her sita eini 4000 fólk og bíða. Tað fyrsta, sum hendir er, at ymisku fløggini, sum eru umboðað á leguni verða víst á  nakrar stórskíggjar, og so klappa vit – kanska serliga tey, sum umboða ávísað flaggið. Og tá ið Merkið kemur á skíggjan reisast vit allir 400 føroyingarnir og klappa alt tað, vit orka.

Evnið á Teenstreet í ár er “Unshakeable” ella – sum tey hava týtt tað til føroyskt, “Rimmarfast”. Vit hoyra stuttan boðskap hetta fyrsta kvøldið um hvussu Gud er “unshakeable” – rimmarfastur, óðansæð hvussu umstøðurnar rundanum okkum eru.

Og so kemur tað, tey flestu ungu hava glett seg mest til: lovsangurin. Og orkestrið á pallinum við Daniu Tausen í front leiðir sangin, og tað rungar aftur úr salinum. Hesa løtuna hava nógv  sæð fram til nú í eitt ár. Ja, tú kanst næstan samanbera tað við jólaaftan. Og tað besta av øllum er, at hetta var bara fyrsta kvøldið. Frammanfyri okkum liggja, um Gud vil, 5 teenstreet dagar, sum vit við gleði síggja fram til.

Eyðun á Lakjuni