Fyrireikingarnar eru væl áleiðis
Nú eru fyrireikingarnar av álvara í gongd á Skúlanum á Argjahamri. Í dag og í kvøld hava nógv hjálparfólk verið og sett upp soleiðis at alt verður klárt til mikudagin tá tannáringarnir koma. Enn vantar tó nakað í. Í morgin verða pallurin og stóra anleggið sett upp í høllini har Throne room verður. Tað verður spennandi at hoyra hvussu væl tónleikurin og lovsongurin fara at brúsa.
Fyrireikararnir hava veruliga lagt seg eftir, at tey ungu skulu hava tað gott og hugnaligt á leguni, og nú tað heila líkasum byrjar at líkjast tí, vit kenna frá stóru TeenStreet legunum í Týsklandi, ja, so er tað ikki sørt, at hendan góða gamla TeenStreet-kenslan aftur birtist í tær.
Gleðið tykkum – eg haldi, eg tori at siga, at tað verður gott.