6. august 2021

Fríggjadagur á Argjahamri

So er fríggjadagurin í gongd. Vit hava fingið ein góðan morgunmat og hava verið til fyrstu løtuna í høllini. Ein stórur partur av tí, sum fer fram har um morgunin, er online og verður víst samstundis á hinum legunum, ið eru runt um í Europa.

Nú er Shh-løta. Tað merkir, at í ein hálvan tíma er púra friðarligt á leguni. Eingin tosar, flennur ella gevur ljóð frá sær. Øll sita bara og hugsavna seg um tað, tey nú einaferð ynskja at hugsavna seg um.

Sum vit fingu at vita frá Randi av pallinum í morgun, so eru nógv ymisk tiltøk, seminar og workshops at fara til seinnapartin. Tey eru bæði ítróttarlig og informativ.

Vit síggja fram til ein spennandi dag her á Argjahamri.