Frankaríki: Nýta ítrótt til at boða evangeliið
Hvørt ár skipar OM í Frankaríki fyri einum degi, har tey bjóða øllum kirkjunum og samkomunum at náa út við evangeliinum í sínum nærumhvørvi. Nú olympisku leikirnir vóru í París í summar, lá tað beint til høgrabeinið at brúka ítróttina sum snúningspunkt um ársins tiltak.
Dagurin byrjar við eini felags samrøðu á Zoom fyri øll, sum taka lut. Her er ein andakt, ein tilbiðjanarløta og so eitt sindur av undirvísing um, hvussu vit kunnu luta gleðiboðskapin við onnur. Seinnapartin fara luttakararnir so út og gera hetta í verki, áðrenn teir um kvøldið aftur hittast til eina samrøðu á Zoom og fortelja hvør øðrum, hvat teir hava upplivað hendan dagin.
Luta Guds gleðiboðskapin gjøgnum ítrótt
Við tað at olympisku leikirnir júst hava verið í París, var avgjørt at í ár royna at nýta ítrótt til at boða gleðiboðskapin.
Í ár byrjaði dagurin tí við at ein ítróttarvenjari greiddi frá, hvussu hann nýtir ítróttin til at byggja varandi vinarbond við fólk, og hvussu tað kann geva møguleikan at tosa við onnur um Jesus og at vísa teimum hvussu kristna lívið sær út í verki, gjøgnum sín vitnisburð. Hann nevndi millum annað, at hann ofta tosar við vinirnar um sína trúgv, meðan teir strekkja út.
Elise, sum var ein av fyriskiparunum sigur, at nógv eru sera áhugað í ítrótti, hóast tey ikki íðka nakað sjálvi.
– Styrkin við átakinum í ár er, at hetta ikki einans skal vera hendan eina dagin, men kann leggja grundarlagið fyri eitt varandi samband við ikki-trúgvandi, segði hon.
Nógvir hættir at boða boðskapin
Seinnapartin fóru bólkarnir so út í býin og bygdirnar. Ein bólkur í París valdi at fara ein gongutúr gjøgnum eitt skógarlendi í býnum og bjóðaði ikki-trúgvandi vinum við, og nýttu so høvi at tosa við tey um Jesus, sum tey gingu. Tey ætla at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak hvønn mánað.
Ein luttakara valdi at fara at hjálpa vinmanninum í urtagarðinum, og nýtti samstundis høvi at tosa við muslimsku grannarnar hjá vinmanninum og læra tey at kenna. Í Flanders, har norðuri í landinum, stillaðu nøkur seg uttanfyri eina katólska kirkju og tosaðu við tey vitjandi um trúgv og teirra meining um Gud. Í Nantes, har vesturi í landinum, deildu tey seg í tríggjar bólkar og brúktu mong høvi at tosa við fólk um tað vón, sum tey sjálvi høvdu funnið í Kristusi.
Dagurin gav nógvan íblástur til framtíðina, serliga í teimum økjunum, har fáar samkomur ella kirkjur eru í dag.
Visti tú, at OM hevur føroyskar trúboðarar í Frankaríki? Tú kanst stuðla Cecile og Johannesi Mortensen, við at geva OM eina gávu á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja Johannes.